AVSPÆL
06. mai 2025
Jógvan Skorheim

Vit skulu vera enn sjónligari

Tað sigur Høgni Louisson Poulsen, formaður. Hann er spentur upp á komandi dystirnar hjá KÍ, har stóra uppgávan verður fríggjdagin móti NSÍ á útivølli.

Bláa Bylgja hevði aðalfund í Varpinum í kvøld, og málið er at verða enn sjónligari til dystirnar, fáa fleiri limir og gera løgmanssteypið og evropeisku dystirnar til nakað heilt serligt.

Nevndin varð øll afturvald, og felagið hevur ein sunnan rakstur.

Vit ynskja at fáa fleiri limir, og vit ynskja at gera meiri fyri okkara limir. Fólk eru vælkomin at melda seg inn, og til ber at gerast limur fyri 300 kr. um árið, ella 25 kr. um mánaðin, sigur formaðurin, ið vísur á at hetta er kærkomin stuðul til felagsskapin, ið roynir at skipa fyri tiltøkum, seta stemning til dystirnar við fløggum, rópum og trummum.

Vit fara at fáa eina skipan upp at standa til hetta, men í fyrstu atløgu, kunnu fólk bara venda sær til mín beinleiðis, sigur Høgni L. Poulsen.

Í nevndini eru:
Høgni L. Poulsen, formaður
Tormundur Danielsen , varaformaður
Selma Fredriksberg Danielsen, Kassameistari
Eydna Festurstein, skrivari
Anni Absalonsen, nevndarlimur
Bjørg Jónsdóttir, nevndarlimur
Kristian Mikkjalsson, nevndarlimur