

01. mai 2025
Dávid B. Andreassen gjørdist dagsins leikari
Vit fingu mál fyri allar pengarnar, og ein av eyðsýndu leikarunum var Dávid B. Andreasen, ið hevði tvey upplegg til mál og skoraði eisini eitt mál.
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit síggja slík úrslit í bestu deildini, men í dag var KÍ dominerandi og sannførandi í sínum spæli.
Hóast kandidatarnir til dagsins leikara allarhelst vóru fleiri, so vóru viðhaldsfólkini ikki í iva um hvør skuldi hava heiðurin hesaferð. Dávid B. Andreasen fekk heili 42% av atkvøðunum.
Vinnarin av vinninginum, sum aftur hesaferð var ein nátt fyri tvey á Hotel Hilton, var Jóhannes Klakk.