AVSPÆL
24. apr 2025
Jógvan Skorheim

ADAM B. LAMIN OG KÍ ENDA SAMSTARVIÐ

Í kvøld segði leikarin farval við sínar liðfelagar, og fríggjadagin gongur leiðin aftur til heimlandið.

Tað er í sátt og semju at leikari og felag hava avgjørt at enda samstarvið.

Adam B. Lamin kom til KÍ stutt fyri kappingarbyrjan, men spælitíðin hevur ikki verið so nógv.

Seinastu dystirnar hevur hann spælt við 1. deild og annars verið á bonkinum í bestu deildini.

Adam skal eisini gerast pápi fyrsta dagin, og KÍ ynskir Adam við familju bestu eydnu framyvir.