

Gaston dagsins leikari
Gaston Nicolas Tellechea var í gjár valdur til dagsins leikara fyri KÍ. Argentiski miðverjin hevur víst stabilt høgt støði seinastu dystirnar, og var saman við Oddmar Færø tryggur í verjupartinum móti B36.
Tað var ein ótrúliga nervapirrandi og spennandi dystur vit upplivdu á Djúpumýru í gjár. Við málið frá Dávid B. Andreasen - í yvirtíðini - fingu vit vónina aftur. Og tá ið Jóannes Danielsen sett bóltin trygt í netið frá 11 metrar blettinum, kundi viðhaldsfólk og leikarar fegnast um, at vit eru komin eitt stig nærri einari finalu.
Næsti dysturin um løgmanssteypið er 20. mai, og tá eiga vit aftur heimavøll, og hesaferð er tað AB, sum kemur norð.
Dagsins-leikara stuðul hesaferð var Mowi, og vinningurin var aftur hesaferð ein nátt fyri tvey á Hotel Hilton.
Vinnari av kappingini gjørdist Hemming Petersen.