

16. apr 2025
1. deild hjá KÍ dømt at tapa - Betri deildarliðið víðari í steypakappingini
Úrskurðurin hjá Aganevndini er, at 1. deild hjá KÍ er dømt at tapa dystin móti Víkingi 5. apríl 2025, við málmuninum 0-3.
HB hevði í skrivið til FSF kært KÍ fyri at nýta ólóligan leikara í steypadystinum millum HB og KÍ, ið varð leiktur í Gundadali 7. apríl 2025.
Niðurstøðan hjá Aga-& Etiskunevndini hjá FSF er, at úrslitið frá dystinum í steypakappingini millum HB og KÍ stendur við, men at KÍ tapur dystin í 1. deild, ið var leiktur 5. apríl móti Víkingini 0-3. Tó skalt sigast, at KÍ tapti hendan dystin 1-3, og tí verður tað málmunurin, ið verður broyttur.
Bæði KÍ og HB hava verið hoyrd í málinum, og hava havt møguleikar at leggja fram síni sjónarmið.