AVSPÆL
13. apr 2025
Jógvan Skorheim

Páll Klettskarð kosin dagsins leikari

Viðhaldsfólkini til dystin millum KÍ og Víking, valdu Páll Klettskarð til dagsins leikara.

Hesaferð stóð kappingin millum Páll og Jóannes Danielsen, ið fekk næst flestar atkvøður.

Ein sera spennandi dystur, har KÍ vísti gott og sannførandi spæl. 2-0 og stigatalvan sigur 15 stig eftir 5 umfør.

Næsti dystur er eisini á heimavølli og taka vit hesaferð móti HB.

Vinnarin av sms-kappingini gjørdist Hans Andrias Olsen.