AVSPÆL
01. mar 2025
Albin Johannessen

Upptakt stórsteypadystur NSÍ – KÍ

So er tað í morgin sunnudagin 2. mars kl. 15, at okkara kvinnur leika stórsteypadyst á Tórsvølli móti NSÍ.

Dystirnir millum KÍ og NSÍ hava seinastu árini verið javnir og intensir. Oftast hava okkara kvinnur staðið eftir sum vinnarar, í fjør eydnaðist okkum at vinna srórsteypadystin.

Okkara kvinnur hava fingið nýggjan venjara, nú Allan Drost hevur tikið við, eftir Jonas Nielsen, sum var venjari seinastu 6 dystirnar í fjør. Stórsteypadysturin er fyrsta veruliga royndin hjá Allan Drost sum venjara, og tað verður spennandi at síggja hvat Allan og venjaratoymi hava í ermuni til hendan dystin.

Lagt er upp til ein spennandi og javnan dyst, har bæði liðini vilja vinna.

Vónandi vera fleiri bláðir áskoðarar og stuðla okkara kvinnum.

KOYR Á KÍ!