

08. feb 2025
Pætur fer til B36
Eftir 1 ár í KÍ fer áleyparin, Pætur, at royna seg aftur i høvuðstaðnum
Í fjør gjørdu KÍ og landsliðsleikarin, Pætur J. Petersen 2 ára avtalu. Pætur kom tá frá íslendska felagnum KA í Akureyri.
Hóast nakað skaðadarvaður í seinnu hálvu í fjør, var Pætur við í nógvum dystum og er skrásettur fyri 2 mál.
Vit í KÍ takka skálvíkinginum fyri tíðina og ynskja honum bestu eydnu í B36.