

Málverji til KÍ
Nú felagið vísti mær áhuga og greiddi mær frá ítróttarligu málsetningunum, ivaðist eg ikki í at taka av og eg vænti eitt gott kappingarár
KÍ og 07Vestur hava lopið um borg á málmansplássinum. Ari H. Petersen er eftir ynski leigaður út til 07Vestur og KÍ hevur nú gjørt tvey ára sáttmála við Sebastian Linnet John.
Til tilboðið frá KÍ sigur Sebastian: - Ki er eitt felag, sum eg fjør fekk nógvan kunnleika um. KÍ hevur bæði í heimligu kappingini og úti í Evropa víst serliga styrki. Nú felagið vísti mær áhuga og greiddi mær frá ítróttarligu málsetningunum, ivaðist eg ikki í at taka av.
Eg gleði meg at koma til Klaksvíkar at hitta mínar nýggju liðfelagar og gleði meg eisini at koma í gongd við venjing og dystir. Eg eri vísur í, at vit fáa eitt frálíkt kappingarár!
Um Sebastian John sigur royndi málmansvenjarin, Geza Turi: - Vit eru sera fegin um at fáa Sebastian John inn í KÍ hópin. Í 2024 hevði Sebastian ein týðandi leiklut við góðu avrikunum fyri 07Vestur í deildini BetriMenn. Hann kláraði seg væl í støðum ein-til-ein og hevur víst sannførandi førleikar í verjuketuni. Sebastian er stinnur bóltteknisk og tekur sær tryggur í tvørsendingum.
Eftir ætlan kemur Sebastian til Klaksvíkar miðskeiðis í komandi viku. KÍ ynskir verjuskansanum vælkomnan í Djúpumýrar.