

16. jan 2025
Verjustyrkur ávegis til KÍ
Sáttmáli er í dag gjørdur við 23 ára gamlan svia.
Adam Ben Lamin og KÍ hava gjørt avtalu fyri komandi tvey árini. Hann hevur sín fótbóltsuppvøkstur m.a. í AIK og hevur verið partur av yngru svensku landsliðum. Eftir ætlan kemur leikarin til Klaksvíkar í vikuskiftinum.