

09. jan 2025
Símun Kalsø til EB-Streym
KÍ, EB-Streymur og Símun hava gjørt leiguavtala fyri komandi kappingarár
KÍ hevur eftirlíka ynski hjá Símun um at fáa flest møguligar dystir í bestu mansdeildini. Í fjør royndi hann seg í ÍF, sum høgri bakkur eftir summarstøðgin. Hann leikti 10 dystir og gjørdi eitt mál, sum var ímóti KÍ í Fløtugerði í ársins síðsta dyst.
KÍ ynskir Símun eitt gott og mennandi kappingar ár í Hólmanum saman við hinum báðum KÍ’arunum, Óla E. Poulsen og Kristian Eliasen.