Nevnd og stuðlar vitjaðu AIK
Í november tók KÍ stig til eina ferð til Stockholm, har nevnd og stuðlar m.a. vitjaðu AIK og fyrrverandi venjara okkara Mikkjal K. Thomassen. Her er ferðafrásøgn eftir fleiri góðar upplivingar í svenska høvuðsstaðnum.
Seinnapartin fríggjadag hittust vit á flogvøllinum í Vágum, har vit flugu við Atlantsflogi til Keypmannahavnar, áðrenn flogið varð víðari til Stokkholm.
Í Arlanda tók ferðaleiðarin hjá KÍ Christian H. Weiseth frá Matchday Sports Travel ímóti okkum, vísti okkum í bussin og víðari á hotellið.
Tað gekk skjótt og væl at tjekka inn (allir kamarslyklar vóru deildir út í bussinum), og síðan fóru vit ein stuttan túr út at hyggja at náttarlívinum í Stockholm og at læra hvønn annan enn betur at kenna. Hjá summum gjørdist kvøldið longri enn hjá øðrum, men vit hugnaðu okkum saman og gleddu okkum til tað, sum vikuskiftið fór at hava við sær.
Leygardagin fingu vit ein góðan morgunmat á Scandic, áðrenn tey flestu fóru ein túr í handilsgøturnar í Stockholm. Síðan hittust vit aftur til felags fráferð til frálíku Strawberry Arena. Bæði AIK og svenska landsliðið spæla sínar heimadystir her, og leikvøllurin tekur 50.000 áskoðarar.
Vit vóru væl móttikin av Nicole frá AIK, sum vísti okkum runt. Vit sóu alt frá VIP anleggum til skiftingarrúm, og at enda endaðu vit úti á grasinum, har vit hittu høvuðsvenjaran Mikkjal Thomassen og ítróttarstjóran Thomas Berntsen.
Tað var ein sera hugnalig løta við Mikkjali og ítróttarstjóranum, og báðir tóku sær ríkiliga tíð í fundarhølinum, har teir greiddu frá sínum royndum í AIK og leiðini frameftir.
Vit takka Mikkjali og Thomasi fyri, at teir góvu sær stundir til okkara og fyri blíðskapin. Fyrilesturin hjá Mikkjali var sera áhugaverdur við nógvum góðum og undirhaldandi søgum.
Sunnudagin bar aftur til at fara sightseeing ella at shoppa, áðrenn vit fóru í felags buss til Strawberry Arena. Seinasta seriuumfarið í Allsvenskuni skuldi spælast, og AIK fekk vitjan av Halmstad. Fortreytirnar vóru sera einfaldar. AIK mátti vinna fyri at koma víðari til UEFA Conference League 2025.
Pittas legði AIK á odda eftir 29 minuttir, men útiliðið javnaði bara fýra minuttir seinni. Seinastu tveir minuttirnar fyri steðgin skoraði AIK tvær ferðir, og tað gjørdu teir eisini í seinna hálvleiki. Sostatt gjørdist talan um ein sannførandi 5-1 sigur til menninar hjá Mikkjali, og harvið kunnu vit faktiskt møta AIK og Mikkjali í UEFA Conference League næsta summar.
Sunnukvøldið hátíðarhildu vit sigurin við einari góðari máltíð, og mánadagin gekk leiðin heimaftur á klettarnar. Tosið í flogfarinum snúði seg um, hvar vit skuldu fara næsta ár, so tað er lítið at ivast í, at hetta var ein væleydnaður túrur.
Vit takka okkara almenna ferðasamstarvsfelaga Matchday Sports Travel (sum nú eisini er vorðin ein av okkara stuðlum), og gleða okkum til nýggjar upplivingar við stuðlum okkara bæði í Føroyum og uttanlands komandi ár.