

01. des 2024
Advents heilsan úr Beograd
U19 landsliðið við kvinnum
Í hesum døgum er U19 landsliðið við kvinnum í Beograd har tríggir dystir skulu leikast. Liðini leikt verður ímóti eru Serbia, Eysturríki og Kekkia.
Við í hópinum í Beograd eru 4 av okkara leikarum og 2 hjálparfólk.
Leikararnir eru:
Elspa Maria Zachariassen
Sólja Vinjardsdóttir Johansen
Sólja Ernstsdóttir
Vár Johannessen
Okkara Rúna Bjartalíð er hjálparvenjari, meðan okkara Heri Ósá er málmansvenjari.
Í dag hava leikararnir tikið sær av løttum og notið hendan fyrsta sunnudagin í advent. Í morgin fara fyrireikingarnar til seinasta dystin týsdagin, tá Kekkia er mótstøðuliðið.
Leikarirnir lata heilsa øllum heima.
Koyr á Føroyar!