Lokalir ungir venjarar
12 venjarar úr felagnum eru hesar dagar undir C1 venjara útbúgving við Djúpumýru.
C1 venjaraskeið er góð og umráðandi vitan, ið gevur venjarum amboð til at venja børn og ung. Evnini, ið venjarin fer ígjøgnum á einum slíkum skeiði eru:
- leikarin - menningarstig og aldursviðkomandi venjing
- venjarin - leikluturin hjá venjaranum í fyriskipan og venjing
- venjingin - grundleggjandi tættir í venjing av børnum og ungum
Í samstarvi við FSF hava vit skipað fyri, at tey koma norður við undirvísarum, soleiðis at okkara venjarar kunnu taka skeiðið saman. Hetta er gjørt fyrr, og riggaði tað ómetaliga gott. Tað mennir venjaraumhvørvið. Mann kemur hvørjum øðrum við og tað styrkir um felagsskapin.
Vit vilja útbúgva lokalar, ungar venjarar, soleiðis at okkara børn og ung hava fyrimyndir í felagnum sum venjarar. Akademiið er ment nógv, og er okkara venjaratoymi sterkari enn nakrantíð. Vit hava venjarar, ið eru í fulltíðarstarvi, venjarar við útbúgving og eisini foreldur, sum eru venjarar. Fyri okkum er tað umráðandi at børnini og tey ungu fáa bestu fortreytir fyri at mennast og trívast í felagnum.
6 av teimum 12, sum taka útbúgvingina í løtuni eru 18 ár og yngri. Tey eru:
Elspa Maria Zachariassen (18 ár), Jónas á Hædd (18 ár), Sára Kristiansenn (16 ár), Pætur B. Ellingsgaard (16 ár), Fríðrikur Helmsdal (16 ár) og Elisabeth Bjartalíð (16 ár).
Venjaraskeiðið fevnir um tríggjar undirvísingardagar í oktober og november, og gleða vit okkum til at fáa 12 ný-útbúnar venjarar í felagið við orku, hugskotum og góðum amboðum til at menna okkara felag í framtíðini.
Øllum verður ynskt góða eydnu.