

02. nov 2024
Jóhan heldur fram í B68
Hann verður leigaður út fyri at fáa enn fleiri dystir í bestu deildini og búna seg sum áleypara
KÍ, Jóhan og B68 er komin ásamt um, at Jóhan heldur fram á Svangaskari í fyrru helvt av 2025.
Jóhan hevur í seinnu hálvu í ár verið við í nýggju dystum hjá B68 og hevur ment seg til at vera ein av lyklaleikarunum í álopinum. Vit í KÍ vóna, at góða gongdin heldur fram og vit aftur síggja Jóhan í KÍ-búnanum. Avtalan millum Jóhann og KÍ er longd at galda tvey ár fram.
Vit í KÍ ynskja Jóhan bestu eydnu!