30. okt 2024
Ársveitslan hjá KÍ avlýst vegna ov lítla undirtøku
Vit mugu tíverri boða frá, at ársveitslan hjá KÍ, sum skuldi verða í Varpinum leygarkvøldið 2. november, er avlýst. Orsøkin er, at undirtøkan hevur verið ov lítil til at bera tiltakið, og tí er hendan avgerðin tikin.
Vit vilja tó nýta høvið at takka øllum fjepparum, leikarum, venjarum og hjálparfólki fyri eitt gott og spennandi kappingarár í 2024. Stuðulin og eldhugin hjá tykkum øllum hevur verið ómetiligur fyri felagið, og vit eru takksom fyri hvønn tann einasta av tykkum.
Vit gleða okkum longu til komandi kappingarár og síggja fram til at síggja øll aftur til eitt nýtt og spennandi fótbóltsár!