

Liðformaðurin leingir við KÍ
KÍ og Jákup Biskopstø Andreasen hava gjørt avtalu tvey ár fram
2024 hevur verið eitt torført ár fyri okkara liðformann Jákup B. Andreasen. Síðan 30.apríl í ár hevur hann hugsavnað seg um at koma seg eftir álvarliga skaðan í landskappingardystinum við Margáir. Hann venur dúliga og miðar eftir at verða klárur aftur, tá ið felagsvenjingin byrjar aftur januar.
Í Faroesoccer er 26-ára gamli Jákup skrásettur fyri 216 dystur í meistaradeildini, 37 UEFA-dystir og 24 A-landsdystir.
Tað hevur verið stórur saknur í Jákupi í ár, og vit í KÍ gleða okkum til, at hann aftur í 2025 verður at síggja á vøllinum saman við liðfeløgum sínum.
Vit í felagnum og øll viðhaldsfólk eru ógvuliga fegin um, at Jákup er kongabláur og okkara í tvey ár afturat. Og ynskja vit honum góða eydnu við at koma fyri seg nú í vetur.