AVSPÆL
19. okt 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn HB – KÍ

Okkara kvinnur endaðu árið við greiðum 4-1 sigri á HB.

Tað skuldi ganga slakur hálvur tími  áðrenn Eyðvør kundi leggja okkum á odda 1-0 og var hetta fult í tráð við leikgongdina. Løtu seinni kundi Tórun leggja okkum framum 2-0 við brotssparki. Okkara kvinnur vóru stinnari allan fyrra hálvleik og hevði HB ikki nógv at koma við fyrstu 45 minuttirnar.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn bríkslaður í gongd, tá Malena kundi økja til støðuna 3-0 og avgjørdi harvið dystin. HB gjørdi ein vørr eina løtu í dystinum og minkaði um munin til 3-1, tá 54 minuttir vóru leiktir. Nærri kom HB ikki og skaptu tær ikki stórvegis málmøguleikar. Í tíðini dómarin legði afturat, kundi Eyðvør økja til 4-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

Úrslitini í dag háttaðu seg soleiðis, at okkara kvinnur endaðu á øðrum plássi javnar í stigum við NSÍ, men 9 mál restaðu í at vinna meistaraheitið.

Málini í dag gjørdu Eyðvør 2, Malena 1 og Tórun 1.

Dagsins leikari gjørdist Eyðvør Klakkstein.

Vit ynskja NSÍ tillukku við meistaraheitinum og Víkingi tillukku við bronsuplássinum.

Í komandi viku fara 7 av okkara kvinnum við A-landsliðnum nú 2 landsdystir eru á skránni, tær sum eru úttiknar eru: Durita Hummeland, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Malena Olsen, Tóra Mohr.

Takk fyri í ár, takk fyri stuðul og uppbakning.

KOYR Á KÍ!