AVSPÆL
18. okt 2024
Albin Johannessen

Uppakt HB – KÍ

Leygardagin kl 12.30 leika okkara kvinnur seinasta dystin í hesum kappingarárinum í Gundadali har HB tekur ímóti.

Okkara kvinnur hava ein spinklan møguleika at vinna gull í ár, til hetta krevst at NSÍ tapir fyri Víkingi og okkara kvinnur vinna stórssigur á HB. So á tann hátt er setningurin greiður, her skal alt setast inn at vinna.

Seinast liðini hittust var á Djúpumýri í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Hendan dystin vunnu okkara kvinnur trygt 3-0, har vit høvdu leikliga yvirvág stórstapartin av dystinum.

Vónandi vera nógvir bláir áskoðarar í Gundadali at stuðla okkara kvinnum.

KOYR Á KÍ!