Dystarfrásøgn KÍ – Víkingur
Tað gjørdist ein greiður 3-0 sigur í seinasta heimadystinum í ár.
Lagt var upp til ein spennandi dyst í dag, tá “finalan” um annað plássi í kappingini hjá kvinnum skuldi leikast. Bæði liðini løgdu hart fyri og kunnu okkara kvinnur vera glaðar fyri, at Víkingur ikki tók av risa møguleika fyrst í dystinum.
Eyðvør legði okkum framum 1-0 í 13 minutti eftir eitt mistak í Víkingaverjuni. Víkingur trýsti fyri at koma innaftur í dystin, men okkara kvinnur vardu væl og dysturin var í royndu veru avgjørdur tá Malena økti til 2-0 eftir 23 minuttir, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur er ikki nógv at skriva heim um. Spælið var rótut og nógvar langar sendingar frá báðum liðnum, og sum regul spurdist onki burtur úr. Seinni hálvleikur er nokk eitt tað lakasta avrikið okkara kvinnur hava víst, síðani venjaraskiftið fyrr í summar. Eitt ljóspunkt var tó, at Tóra kundi leggja okkum á odda 3-0 í tíðini dómarin hevði lagt afturat.
Við hesum úrslitinum skal nógv til um okkara kvinnur ikki fáa silvurkrónurnar í ár. Tað sá eina løtu út til at kunna gerast eitt spennandi finaluumfar komandi leygardag, tá HB sera óvæntað javnaði til 2-2 móti NSÍ. NSÍ endaði tó við at vinna 3-2 og harvið hevur NSÍ tryggja sær meistaraheitið. Herfrá ynska vit NSÍ tillukku við meistaraheitinum.
Seinasta umfarð verður leikt leygardagin 19. oktober tá farið verður í Gundadal, har HB tekur ímóti.
KOYR Á KÍ!
(Mynd.: Oliver Joensen, Norðlýsið)