AVSPÆL
12. okt 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ - Víkingur

Sunnudagin kl. 14 leika okkara kvinnur seinasta heimadystin í ár.

Okkara kvinnur liggja á øðrum plássi við sama stigatali sum Víkingur, men við betri málmuni. Seinast liðini hittust var í Gøtu fyri 3 vikum síðani. Hendan dystin vunnu okkara kvinnur trygt 3-0, eftir at hava verið undir trýsti fyrstu minuttirnar.

Dystirnir millum hesi bæði liðini hava í ár verið tættir og intensir. Liðini hava vunnið hvør sín dyst og ein er endaður javnur. Væntast kann, at bæði liðini fara at leggja nógv fyri og fara eftir sigrinum í stríðnum um at vinna 2. plassið í kappingini.

Vónandi vera vit nógvi bláir áskoðarar og stuðla okkara kvinnum til seinasta heimadystin í ár.

KOYR Á KÍ!