AVSPÆL
30. sep 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn NSÍ – KÍ

Tað gjørdist eitt 3-1 tap við Løkin í Runavík.

Tað merktist á dystinum í dag, at nógv stóð uppá spæl. NSÍ legði væl fyri, men okkara kvinnur tóku spakuliga yvir, og vunnu lítla yvirvág í spælinum. Tá so Evilin mátti av vøllinum tíðliga í dystinum við skaða, skuldi NSÍd fóta sær aftur. Tað var tí eisini í tráð við leikgongdina, at Sólja Ernstsdóttir kundi leggja okkum á odda 1-0.

Leiðslumálið sett gongd á NSÍ, sum beinavegin settu okkara kvinnur undir trýst. Stutta løtu eftir leiðslumálið tiltuskaði NSÍ sær eitt horna. Bólturin var lagdur innfyri, og kundi Miriam Huneck javna til 1-1. Okkara kvinnur vóru alt annað enn nøgdar í hesi støðuni, tí Óluva tíðiliga var feld í fimm-metrinum, men dómarin lat ikki við seg koma. Bólturin var ikki meira enn givin upp, tá dómarin bríkslaði fyri brotsparki til NSÍ, og so gjørdist hálvleiksstøðan 2-1 til NSÍ.

Til seinna hálvleik var setningurin greiður fyri okkara kvinnur – um FM skal til Klaksvíkar, skuldi NSÍ leggjast undir trýst og dysturin vinnast. Spælið var ikki altíð tað penasta, nógvar langar sendingar frá báðum liðunum, tó uttan at skapa heilt vandamiklar støður. Tá góður tími var leiktur, kundi NSÍ leggja seg á odda 3-1.

Okkara kvinnur fullu tó ikki í fátt og stríddust fyri at koma inn aftur í dystin. Í fleiri førum høvdu vit møguleikan til at koma inn aftur í dystin, men í dag vildi bólturin bara ikki í málið.

Tað eru nú tveir dystir eftir at leika hjá okkara kvinnum í hesum kappingarárinum. Næsti dysturin verður leiktur á Djúpumýru 13 oktober móti Víkingi.

Dagsins leikari gjørdist Birita Ryan.

KOYR Á KÍ!

 

(Mynd.: Oliver Joensen, Norðlýsið)