AVSPÆL
30. sep 2024

Páll heldur fram í 2025

Áleyparin tekur enn eitt ár, sum verður tað 19.í meistaradeildini

Kemur tað til mál- og dystarhagtøl man Páll Andrasson Klettskarð verða KÍ-úrmælingurin av øllum. Eftir tvey ár hinumegin fjørðin kom Páll aftur til KÍ í 2012. Íhaldandi hevur hann stíðst og skorað mál í bláu troyggjuni. Ein sonn ítróttarlig fyrimynd vit í felagnum eru stolt av. Altíð ein siðiligur leiðari í við- og mótgongd. Páll eigur ein stóran leiklut í gyltu ferðini frá botninum til evropiska ævintýrið við liðnum síðstu árini. Og aftur í ár hevur hann verið KÍ ógvulig drúgvur.  

Vit í felagnum og øll viðhaldsfólk eru ógvuliga fegin um at málkongurin tekur enn eina vakt.