AVSPÆL
30. sep 2024
Albin Johannessen

Upptakt NSÍ – KÍ

So er tað í dag kl 18.00 at okkara kvinnur leika toppdyst við Løkin í Runavík.

Tað er háspenningur í luftini til dystin við Løkin í kvøld. Okkara kvinnur eru ájavnt við NSÍ í stigum, men hava færri mál. Við sigri í kvøld taka vit fyrsta plássið har við hava alt í egnum hondum seinastu tvey umførini.

Í ár hava dystirnir millum hesi bæði liðini verið sera intensir og spennandi, og hava vit sæð skjótt og flott fótbólts spæl frá báðum liðum. Tí kunnu vit vænta ein intensan dyst, har bæði liðini leggja nógv fyri.

Vónandi vera vit nógvi bláðir áskoðarar og stuðla okkara kvinnum í hesum týðandi dystinum.

KOYR Á KÍ!