AVSPÆL
30. sep 2024

Espen Haug vendir heim

Høvuðsvenjarin og KÍ-leiðslan eru komin ásamt um, at støðga við samstarvinum eftir verandi kapping.

Av persónligum orsøkum hevur Espen Haug ynskt at flyta aftur til familjuna í Noreg. Espen kom sum hjálparvenjari í januar og tók yvir fyribils sum høvuðsvenjari á flaggdegnum og varð endaliga settur í starvið 1.juli. Fyrstu tíðina við óvanliga nógvum skaddum lyklaleikarum var úrtøkan misjøvn. Men síðstu tríggjar mánaðirnar er liðið komið aftur á góða gamla lagið og hevur vunnið tíggju dystir á rað. Í innleiðandi UEFA-kappingunum í summar var heilt nær við, at KÍ rak málið at koma í bólkaspæl.

- Vit í leiðsluni hava verið væl nøgdir við samstarvið við Espen Haug. Espen er ein fyrikomandi og savnandi persónligheit. Tað hevur verið ein frægd at sæð, hvussu hann hevur fingið liðið aftur á rætt síðstu dystirnar. Vit skilja hansara avgerð, sum vit hava verið vitandi um í eina tíð og ynskja honum og familjuni alt tað besta framyvir, sigur Tummas Lervig, KÍ-formaður.

- Tað hevur verið mær ein stórur heiður at verið partur av KÍ-familjuni. Eg vil takka mínum hjálparfólki, leikarum, nevndini, øllum sjálvbodnum eldsálum og viðhaldsfólki fyri allan stuðulin í við- og mótgongd. Eg komi altíð at vera ein KÍ-fjeppari og ynski felagnum bestu eydnu framyvir, er stutta heilsanin til felag og fjepparar frá Espen Haug.

Espen kemur at leiða liðið síðstu tríggjar dystirnar fram til kappingarenda. KÍ-leiðslan hevur síðan fráboðanina frá Espen leita eftir nýggjum høvuðsvenjara og ætlanin er, at hesin skal til verka beinanvegin at fyrireika komandi kappingarár.