Dystarfrásøgn Víkingur – KÍ
Søtur sigur í Sarpugerði í kvøld.
Tað var spenningur í luftini til dystin í kvøld í Sarpugerði. Kappingin er tøtt og var setningurin greiður fyri bæði liðini, at skuldi oddastøðan varðveitast, var sigur eitt krav.
Víkinga kvinnurnar byrjaðu væl og settu okkara kvinnur undir trýst frá fyrsta bríksli, og innanfyri fyrsta korterið hevði Víkingur tríggjar stórar málmøguleikar. Okkara kvinnur fullu tó ikki í fátt og vunnu seg spakuliga innaftur í dystin.
Ofta verður tikið til, at mál broyta dystir, og soleiðis var eisini í dag. Eftir at hava staðið ímóti trýstinum fyrstu minuttirnar, var tað Eyðvør Klakkstein sum kundi leggja okkara kvinnur á odda 1-0, tá slakir 20 minuttir vóru leiktir. Eftir hetta fingu okkara kvinnur eyðkendu orkuna aftur, meðan Víkinga kvinnurnar tóktust ráðaleysar.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri. Víkingur legði hart út, men okkara kvinnur vóru stinnar og stóðu ímóti trýstinum. Dysturin var avgjørdur, tá Tóra legði okkum á odda 2-0 eftir upplegg frá eini sera vælspælandi Eyðvør. Tá so Víkingur gjørdi sjálvmál slakar 10 minuttir seinni, var dysturin avgjørdur.
Í kvøld sóu vit í løtum eyðkenda KÍ spælið, og eitt lið sum stóð saman um at vinna. Allar góvu seg fult út, og tað var ein fragd at sígga spæligleðini og orkuna, sum leikararnir løgdu í dystin.
Við sigrinum í kvøld liggja vit á deildum fyrsta plássi ájavnt í stigum við NSÍ, men hava færri mál.
Málini í dag skulu Eyðvør og Tóra, og eitt sjálvmál.
Dagsins leikari gjørdist Eyðvør Klakkstein.
Komandi mánakvøld hava okkara kvinnur enn ein sera týðandi dyst á skránni, tá farið verður til Løkin í Runavík, har NSÍ tekur ímóti. Kom við og stuðla okkara kvinnum.
KOYR Á KÍ!
(Mynd.: Høgni Louisson Poulsen)