AVSPÆL
26. sep 2024
Albin Johannessen

Upptakt Víkingur – KÍ

Í dag hósdagin kl. 17.00 leikar okkara kvinnur týðandi dyst í Sarpugerði móti Víkingi.

Lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Gøtu í dag, har nummar 2 og 3 hittast í landskappingardysti. Hvør dystur í kappingini er sum ein finala. Um liðini ætla at fylgja við oddaliðnum, er ein sigur eitt krav.

Seinast liðini hittust í Gøtu fyri summarsteðgin, vóru áskoðararnir vitni til eina av best leiktu kvinnudystunum í ár. Bæði liðini spældu góðan og varkra fótbólt og var spenningur í dystinum frá byrjan til enda. Bæði liðini skaptu støður og høvdu bóltin á traðverkinum í fleiri umførum, men dysturin endaði við javleiki 1-1.

Væntast kann, at vit fáa ein intensan og spennandi dyst í dag. Bæði liðini fara heilt víst eftir sigrinum.

Sanna Svarvardal liðskipari sigur, at leikararnir gleða seg til dystin í dag, og vóna at nógvir KÍ áskoðarar koma til Gøtu at stuðla liðnum í hesum tíðandi dystinum.

Koyr á KÍ!