AVSPÆL
22. sep 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn KÍ – HB

Okkara kvinnur vunnu ein týðandi 3-0 sigur á HB í dag.

Tað merkist, at allir dystirnir í kvinnudeildini eru smáar finalur. Dystarbyrjanin var merkt av nervum og varnum spæli. HB byrjaði væl, men so tóku okkara kvinnur so líðandi yvir og fingu skapt nakrar støður.  Dysturin var í roynd og veru avgjørdur, tá Malena í 19. minutti kundi leggja okkum á odda 1-0. Eftir leiðslumálið sat KÍ á øllum og var tað eisini í tráð við leikgongdina, at Eyðvør 10 minuttir seinni kundi økja um leiðlsuna til 2-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Kí hevði gott tak á HB leikarunum og hevði yvirvág á spælinum. Landsliðsleikarin Sunniva var væl dekkað og fekk so at siga onki burturúr. Fridrikka var sjónlig á vøllinum, men spurdist lítið burturúr. Rebekka var væl eftiransa og tískil so at siga ósjónlig á vøllinum.

HB legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki og royndi at seta okkum undir trýst. Spælið var nakað rótut og bylgjaði eitt sindur aftur og fram, tó uttan nakrar serliga vandastøður vóru. Tá uml 70 minuttir vóru leiktir, fingu vit triðja og avgerðandi málið, tá Sólja Ernstsdóttir við vøkrum einmansavriki settið alla HB verjuna av og settið bóltin trygt í netið. Eitt sera vakurt mál.

Sigurin hjá okkara kvinnum var ongantíð í vanda. Okkara kvinnur vóru væl skipaðar og arbeiddu væl saman sum lið, og HB hevði í dag ikki tað sum skuldi til fyri at koppa okkara kvinnum. Sigurin var fult uppiborin. Við hesum sigrinum eru vit framvegis við í oddinum.

Dagsins leikari gjørdist Sólja Ernstsdóttir.

Komandi hósdag kl 17.00 er toppdystur móti Víkingi í Sarpugerði. Vónandi vera tað nógvir KÍ áskoðarar til dystin í Gøtu at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ!