AVSPÆL
21. sep 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ – HB

Sunnudagin kl 14.00 taka okkara kvinnur móti HB á Djúpumýru.

Eftir at okkara kvinnur hava verið í Sarajevo og leikt Champions Leauge dýstir, er aftur landskappingar dystur á skránni. Hesaferð er tað HB sum vitjar á Djúpumýru.

Landskappingin hjá kvinnum er sera tøtt og spennandi í ár, og skulu okkara kvinnu fylgja við í oddastríðnum, er umráðandi at fáa fulla úrtøku.

Seinast hesi bæði liðini hittust var fyrr í summar,og hendan dystin vunnu okkara kvinnur 2-0, har málini komu stutt undan dystarenda.

Allar eru tøkar til dystin.

Vónandi vera vit nógvir áskoðarar á Djúpumýru at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ!