Dystarfrágreiðing KÍ – NSÍ
Tað gjørdist eitt 2-1 tap á Djúpumýru í dag.
Spenningurin til dystin í dag var stórur, nú kvinnurnar skuldu møta NSÍ. Dystirnir millum hesi bæði liðini hava seinastu árini verið tættari og tættari, hóast okkara kvinnur oftast hava staðið eftir sum vinnarar.
Dysturin byrjaði við nógvari ferð og nógvum feilum frá báðum liðnum. Tað sást at bæði liðini ætlaðu at vinna dystin. Okkara kvinnur vunnu so líðandi eitt lítið yvirtak á dystinum og kundi Malen í 12 minutti leggja okkum á odda 1-0 við frálíkum skallara. Fyrstu løtuna eftir málið áttu okkara kvinnur og tyktust tær at hava tak á dystinum. Tá uml hálvur tími var leiktur fekk NSÍ horna sum gav mál til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri við intensiteti og málsøknum spæli. Bæði liðini løgdu nógv fyri og onkrar støður vóru, tó uttan tað gjørdist heilt vandamikið. Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdu vit tvær skiftingar, har Lóa avloysti Jórun og Jansy avloysti Mariu. Bert tveir minuttir eftir útskiftingina kundi NSÍ leggja seg á odda 2-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan. Okkara kvinnur royndu at koma inn aftur í dystin, men hetta hepnaðist ikki. Alt í alt má sigast, at NSÍ var betra liðið í dag.
Eitt merkis- og undrunarvert var við dystinum í dag. Í samfullar 45 minuttir ella allan seinna hálvleik floytaði dómarin ongantíð fyri frísparki til okkara kvinnur. Fyrsta frísparkið okkara kvinnur fingu, var í yvirtíðini, her átti dómarin at latið Duritu fingið fyrimunin, tá hon fekk bóltin í góðari støðu við beinleiðis kós móti málinum.
Mánadagin fara okkara kvinnur til Sarajevo har Champions League dystir eru á skránni. Okkara kvinnur eru í bólki saman vi: SL. Benfica, SFK 2000 Sarajevo og FC Nordsjælland. Herfrá fara vit at ynskja kvinnunum góða eydnu á ferðini og við dystunum.
Koyr á KÍ!