AVSPÆL
30. aug 2024
Albin Johannessen

Upptakt KÍ – NSÍ

Leygardagin kl 14 leika okkara kvinnur dyst á Djúpumýru, har NSÍ kemur á vitjan.

Lagt er upp til ein sera spennandi dyst á Djúpumýru í morgin, nú meistarabólkurin í Betri deild kvinnum verður skotin í gongd. Langt er síðani at liðini í oddinum hava verið so jøvn bæði í stigum og spæli.  Okkara kvinnur liggja á øðrum plássi eitt stig aftanfyri Víking og eitt stig frammanfyri NSÍ.

Liðini bæði hava møtst fimm ferðir í ár, har vit hava vunnið tríggjar dystir og NSÍ tveir. Tann minniligasti av hesum dystunum var, tá liðini hittust í Klaksvík. Hetta var ein ferðmikil dystur við skjótum og góðum spæli frá báðum liðum. Eftir at hava verið aftanfyri 1-0 gjørdu okkara kvinnur bart og vunnu 4-1.

Dysturin leygardagin er eisini seinasta fyrireikingin, áðrenn kvinnurnar mánadagin fara til Sarajevo at leika Champios League dystir. Tað er tí spennandi at síggja hvussu venjaratoymið setur liðið saman til dystin í morgin.

Okkara venjari Jonan Nielsen sigur soleiðis undan dystinum. “Eftir at hava havt steðg seinasta vikuskifti, gleða vit okkum aftur at spæla dyst. Venjingarnar seinastu vikurnar hava verið intensar og gevandi, og gleða vit okkum at byrja uppá endaspælið. Tað eru 6 truplir dystir fyri framman, har vit skulu spæla upp til okkara besta hvønn dyst.

Allar eru tøkar og geva seg fult út til venjingarnar, so eg vænti eitt gott leikaraavrik til dystin móti NSÍ, bæði frá teimum sum byrja inni og teimum á bonkinum. Eg eri vísur í, at hetta verður ein góður, spennandi og intensur dystur og vóni at síggja nógvar bláar áskoðarar til dystin.”

KOYR Á KÍ!