Cedric vendir heim til familjuna
KÍ og miðverjin Cedric Yambere hava í dag gjørt avtalu um, at hann gevst í KÍ og vendir heim til konu og børnini í Bordeaux
- Góðu klaksvíkingar, tíðin er komin til, at eg fari heim aftur til mína kæru familju. Eg hevði viljað, at mítt ævintýr í KÍ endaði ørvísi, men eg má ásanna, at fótbóltur kann eisini vera eirindaleysur, sigur Cedric.
- Eg gloymi ikki, at frá fyrsta degi í Klaksvík kendi eg meg sera vælkomnan í Kl-familjuna. Liðfelagaðar og áskoðarar hava tikið ímóti mær við opnum ørum. Tíðarskeiðið her í KÍ komi eg at minnast alt lívið við gleði. Eg vil nýta høvi at takka leiðslu, spælarum og áskoðarum fyri tíðina og ynski felagnum alt tað besta framyvir.
Tað hevur verið kent í felagnum, at leikarin hevur longst heim. Flytingarvindeyga í Fraklandi letur aftur í kvøld, so nú var lagaliga løtan at enda samstarvið. KÍ takkar Cedric fyri tíðina og ynskir honum framhaldandi góða fótbóltsleið.