Upptakt: HJK Helsinki - KÍ
Tað er púra opið í stríðnum um at sleppa í Conference League deildarspæl.
Dysturin í morgin kann sanniliga bjarga kappingarárinum hjá KÍ - tí um KÍ vinnur, hevur tað enn einaferð eydnast at koma í Conference League deildarspæl (fyrrverandi bólkaspæl).
KÍ hópurin kom til Finlands mánadagin, og ger seg í løtuni til reiðar til hendan spennandi dystin. Á Tórsvølli var KÍ leikliga omaná - hóast ein mann í undirtalið. So tað er við góðum treysti at KÍ fyrireikar seg til dystin í morgin.
Nakrir leikarar væntast at blíva tøkir. Espen Haug sigur í samrøðu, at tríggir leikarar sum ikki vóru við til seinasta dystin eru við í ferðalagnum og koma møguliga at spæla.
Dysturin í morgin verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00. Dómarin er úr Ísrael og eitur David Fuxman.
KÍ varpið vísir dystin.