AVSPÆL
26. aug 2024

Páll Klettskarð 200 mál í Betrideildini

Tá ið KÍ í gjár fekk brotsspark í yvirtíðini, kundi Páll Andrasson Klettskarð tryggja KÍ trý stig og samstundis hátíðarhalda at hansara mál nummar 200 í Betrideildini varð veruleiki!

Vit skulu aftur til 19 juli í 2009, tá ið ungi og evnaríki Páll Andrasson Klettskarð kom inn á vøllin fyri besta liðið hjá KÍ í dysti ímóti B68 við Djúpumýru. Hann skuldi brúka smáar tjúgu minuttir til at hann kundi kalla seg málskjútta fyri flaggskipið í norðoyggjum - og síðani tann dag hevur Páll megnað at gjørt hetta sama heili 200 ferðir - og harvið tann einasti leikarin í søguni hjá KÍ sum hevur megnað at skotið so nógv mál í bestu mansdeildini.

Sjey av hesum málunum eru skoraði fyri Víking, tá ið Páll umboðaði felagsliðið úr Gøtu og Leirvík - hini 193 eru skotin fyri KÍ. 

Telur mann allar kappingar við so er Páll uppi á 237 málum í føroyskum fótbólti og evropeiskum dystum.

Í KÍ eru vit errin og glað um at vit eiga ein leikara sum Páll - ið bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin er sera fyrimyndarligur. Á vøllinum eigur hann fleiri túsindtals kilometrar á logginum við einans einum endamálið - ið er at vinna KÍ trý stig. 

Hjartaliga til lukku, Páll. Og takk fyri nógvar góðar løtur kring vallirnar og vit gleða okkum til at hátíðarhalda nógv fleiri mál saman við tær.