Gott avrik á Tórsvølli
Fortreytirnar gjørdist truplar, tá ið René Shaki varð vístur av vølli og HJK legði seg á odda - men KÍ fótaði sær og vísti framúr hugburð og stríðsvilja
KÍ var omaná nærum allan dystin, og vóru óhepnir at ikki fáa sigurin, tá ið dysturin í gjárkvøldið endaði við einum 2-2 javnleiki. Harvið er einki avgjørt til dystin í Helsinki um eina viku.
HJK legði seg á odda, tá ið teir fóru í skjótálop. KÍ megnaði ikki at prika bóltin undan áleyparanum, sum dróg seg framvið verjuleikarnar og smekkaði bóltin undir nettakið. KÍ hevði serliga tríggjar støður í fyrra hálvleiki har vit vóru nær við - allar tríggjar ferðirnar rakti bólturin yvirleggjaran.
KÍ kom út sum ein ódnarveður til seinna hálvleik og legði stórt trýst á finsku meistarnar. Áhaldandi trýstið gav úrslit. Fyrst við brotssparkið frá Árna Frederiksberg og síðani við eina innkaststøðu har Hallur Hansson fær prikað bóltin innum málstrikuna til 2-1.
Tað sá longi út sum, at KÍ fór at megna at fáa sigurin - men til alla ólukka og ímóti dystargongdini fekk HJK javnað í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat.
KÍ skal sunnudagin leika ímóti EB/Streymi í Klaksvík - og síðani gongur leiðin yvir til Finlands mánadagin, har liðið fer at fyrireika seg til síðsta og avgerandi dystin um hvat av liðnum røkkur Conference League deildarspælið.
//Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo.