AVSPÆL
18. aug 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn TB/FCS/ROYN – KÍ

Okkara kvinnur vunnu í dag ein tryggan 6-0 sigur í Vági.

Sum væntað hvødu okkara kvinnur yvirtakið í dystinum í Vági í dag. Álopini skolaðu á málið hjá heimaliðnum, men inn vildi bólturin ikki. Tað skuldi ganga 25 minuttir áðrenn Tóra kundi leggja okkum á odda 1-0. Støðan í steðginum var 4-0 til okkara kvinnur.

Gongdin í seinna hálvleiki var hin sama. Vit vóru spælstýrandi og høvdu fleiri álop. Vit fingu 2 mál afturat í seinnahálvleiki so endaliga støðan gjørdist 6-0.

Fleiri broytingar vóru til dystin í dag. Millum annað vóru Sólja E., Durita og Lóa ikki á dómaraseðilinum. Fanni vardi málið í dag og liðskiparin Sanna byrjaði á beinkinum.

Málini í dystinum í dag skutu: Tóra 3, Maria 1, Eyðvør 1 og Ranja 1.

Dagsinsleikari gjørdist Tóra Mohr.

Nú endaspælið í bestu kvinnudeildini er av, liggja okkara kvinnur á øðrum plássi, eitt stig frá oddaliðnum Víking og eitt stig framman fyri NSÍ á triðja plássi. Tað er tí lagt upp til eitt sera spennandi endaspæl millum 4 sterk lið.

Fyrst í september fara okkara kvinnur til Sarajevo har Europa dystir eru á skránni 4. og 7. september. Okkara kvinnur eru í Bólki saman við SL. Benfica, SFK 2000 Sarajevo og FC Nordsjælland, so sigast má, at tað er sterk mótstøða okkara kvinnur fáa.

KOYR Á KÍ!