Dystarupptakt TB/FCS/ROYN – KÍ
Sunnudagin kl. 14.45 spæla okkara kvinnur móti TB/FCS/ROYN.
So er tað í dag, at seinasti dysturin í grundspælinum hjá betri deild kvinnum verður leiktur. Okkara kvinnur hava útidyst har leikt verður móti felagsliðnum úr Suðuroynni.
Undan dystinum í dag ligga vit á øðrumplássi í kappingni, 4 stig aftanfyri Víking og eitt stig meira enn NSÍ. Skal støðan í oddinum varðveitast, skal dysturin vinnast og helst við fleiri málum.
Seinast liðini bæði møttust var í Klaksvík fyrr í ár, hendan dystin vunnu okkara kvinnur 7-0. TB/FCS/ROYN tykjast ofta stinnari á heimavølli og hava ofta givið liðunum norðanfjørðs skarpan gang .
Væntast kann at venjaratoymið ger onkrar broytingar á liðnum í mun til undanfarna dyst. Onkrir spælarar kunnu væntast at fáa hvild. Venjaraskifti hevur veri í summarferiuni so venjarin skal finna røttu uppstillingini eisini sæð fram móti endaspælinum og europa dystunum sum koma fyrst í september mánaða.
Skaðastøðan sær gott út. Onkrir smáskaðar eru at dragast við, men allar eru tøkar til dystin.
KOYR Á KÍ!