AVSPÆL
15. aug 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: BBL - KÍ

Seinna uppgerðin ímillum Borac Banja Luka er á skránni í dag - KÍ hevur eitt fínt útgangsstøði, men avbjóðingin fyri framman er stór

Uppgerðin á Tórsvølli endaði 2-1, eftir málum frá Páll og Ødemarksbakken. Tað var við blandaðum kenslum hjá KÍ leikarunum, ið vóru fegnir um sigurin - men vildu havt gagnnýtt yvirtalsstøðuna betri, tá ið høgri bakkurin hjá teimum fekk reytt kort í fyrra hálvleiki. Men samstundis var greið semja um, at tað ikki er ógjørligt at vinna ta samlaðu uppgerðina.

Á Gradski stadium, ið er heimavøllurin hjá Borac Banja Luka, er pláss fyri 9.730 áskoðarum - og væntar mann at tað verður útselt til dystin í kvøld. Venjarin hjá Borac Banja Luka sigur við teirra heimasíðu, at teir mugu leypa á frá fyrsta bríksl - men viðurkennir samstundis góðskuna á KÍ liðnum sum teir ikki undirmeta.

Fyri KÍ kom tað stak illa við, at Heini Vatnsdal mátti av vøllinum vegna skaða í seinastu viku - men hann er tíbetur komin somikið fyri seg, at hann er við í ferðalagnum í Bosnia - tað sama er Odmar Færø, ið ikki leikti seinast liðini møttust.

Samlaði vinnarin av uppgerðini tryggjar sær at spæla play-off í Europa League, har Ferencvaros bíðar - og harvið minimum tryggja sær bólkaspæl í Conference League. Ímeðan tapandi liðið fær enn ein møguleika at tryggja sær bólkaspæl, tá ið teir hava tryggjað sær ein Play-Off dyst í Conference League.

Dysturin verður vístur í KÍ varpinum.