13. aug 2024
Útidysturin í Q3 Europa League verður vístur á KÍ varpinum
Vit kunnu nú avdúka, at seinni dysturin í Q3 Europa League, har KÍ møtir FK Borac Banja Luka, verður vístur beinleiðis á KÍ Varpinum.
Dysturin verður sendur úr Gradski Stadion hóskvøldi kl. 20.00 føroyska tíð, og vit bjóða øllum fjepparum at fylgja við á okkara egna stroymingarpalli.
Vertur fyri sendingini verður Regin Sivertsen, sum kemur at leiða okkum ígjøgnum dystin. Afturat sær hevur hann ein viðmerkjara, sum vit fara at kunngera seinni.
Gleðið tykkum til eina spennandi og livandi fótbóltssending, har vit øll kunnu standa saman um KÍ.