AVSPÆL
10. aug 2024
Albin Johannessen

Dystarfrásøgn KÍ – FC Hoyvík

Kvinnurnar vunnu ein greiðan 9-0 sigur á FC-Hoyvík.

Tað var sum vænta okkara kvinnur sum vóru bóltstýrandi til dystin í gjár. FC Hoyvík hevði 2 royndir á málið hjá KÍ í dystinum, annars vóru Hoyvíks kvinnur ikki ofta á KÍ hálvuni.

Um tað skyldast Summarfestivalin ella annað er ilt at siga, men tað var ikki beinleiðis nakað meistara ella europa spæl at síggja í dystinum. Nógvar feilavleveringar og einar 10-12 ferðir vóru okkara kvinnur rangstæddar.

Tað vóru tó onkrar løtur har spælið hekk væl saman og gekk skjótt, hetta var millum annað um miðjan fyrrahálvleik, tá vit skorðau 3 mál uppá 3 minuttir. Hálvleiksstøðan gjørdist 6-0 til okkara kvinnur.

Frá byrjan í seinna hálvleiki gjørdi venjarin nakrar skiftingar, Fanni avloysti Óluvu í málinum, Vár avloysti Biritu í miðverjuni og Maria avloysti Eyðvør á miðjuni. Hetta broytti ikki stórvegis uppá dystin, vit vóru spælstýrandi, men óneyvar.

Tá góður tími var farin av dystinum var Lóa skift inn fyri Malenu. Sára Kristiansen kom á vøllin, har hon avloysti Sannu á miðvøllinum. Sára fekk harvið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. Sára er komin aftur at hópinum í summar. Sára hevur ættarbond í Klaksvík og Leirvík og hevur hon leikt fleiri dystir bæði á U15 og U17 landsliðnum hjá kvinnum.

Málini hjá KÍ skoraðu: Tóra 3, Durita 1, Sanna 1, Sólja 1, Eyðvør 1, Maria 1 og Jancy 1.

Dagsinsleikari gjørdist Tóra Mohr.

Næsti dystur hjá okkara kvinnum er sunnudagin 18.08 tá farið verður til suðuroyar at leika móti TB/FCS/Royn. Hetta er samstundis seinasti dystur í grundspælinum í bestu kvinnudeildini.

Koyr á KÍ!

(Mynd.: Oliver Joensen, Norðlýsið)