Spennandi altjóða fótbóltsuppliving á Tórsvølli
Vit gleða okkum at bjóða øllum fjepparum til eina serstaka fótbóltsuppliving á Tórsvølli, tá ið KÍ møtir meistarunum úr Bosnien-Hercegovina, FK Borac Banja Luka, í fyrra dystinum í Europa League Q3. Dysturin byrjar kl. 18.00, og tað er lagt upp til eina fantastiska fótbóltsløtu.
KÍ á altjóða pallinum
KÍ hevur longu prógvað seg á altjóða pallinum í ár, tá vit í Champions League Q1 sigraðu á meistarunum úr Luxembourg, Differdeng 03. Hóast vit vunnu ein glæsuligan 3-2 sigur ímóti Malmø FF á heimavølli, so var tað ikki nóg mikið til at koma víðari, og tískil spæla vit nú í Europa League Q3. Vit eru tó stolt av okkara leikarum, sum vístu eitt framúr spæl ímóti Malmø, og tað gevur okkum stórt sjálvsálit fram móti komandi avbjóðingum.
Lækkaðir prísir á atgongumerkjum
Fyri at geva øllum møguleikan at uppliva hesa altjóða fótbóltsupplivingina, hava vit lækkað prísin á atgongumerkjunum. Nú kosta atgongumerkini bert 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn umframt avgreiðslugjald. Hetta er ein fantastiskur møguleiki at síggja KÍ í verki á hægsta stigi til ein serstakliga góðan prís!
Ein avgerandi dystur við stórum møguleikum
Fyrsti dysturin ímóti FK Borac Banja Luka verður ein avgerandi dystur, og við tí spælistíli og kenslu, sum KÍ hevur víst seinastu tíðina, er nógv at gleðast um. Um vit sigra í hesum umfari, tryggja vit okkum luttøku í bólkaspælinum í UEFA Conference League fyri annað árið á rað. Men vit hava enn møguleikan at spæla okkum í bólkaspælið í Europa League, tá vit møta taparanum av dystinum millum Ferencváros og FC Midtjylland í playoff-umfarinum. Ferencváros kenna vit væl, tí vit slógu teir út úr Champions League í fjør, so vit vita, at alt er møguligt.
Summarfestivalur og fótbóltur: Perfekt uppliving
Summarfestivalurin er á skránni hetta vikuskiftið, og hvat er betri enn at byrja festivalin við einum altjóða fótbóltsdysti á Tórsvølli? Dysturin er settur tíðliga, kl. 18.00, so fjepparar kunnu bæði njóta dystin og síðani ferðast til Klaksvíkar til stóra 20-ára showið á Vágsbøi, har Summarfestivalurin hátíðarheldur at hettar er tann 20'indi festivalurin.
Eitt góðveðurskvøld við fótbóltsgleði
Veðrið sær út til at verða av tí besta, so hetta er ein perfektur møguleiki at taka familjuna og vinir við á Tórsvøll til eina spennandi fótbóltsuppliving. Vit lova eina intensiva og undirhaldandi fótbóltsløtu, har vit fara at síggja KÍ í besta formi.
Koyr á KÍ! Vit hava tørv á tykkara stuðli á Tórsvølli fyri at tryggja okkum eitt gott útgangsstøði til seinna dystin, ið verður spældur á Gradski Stadion tann 15. august. Kom við og verið partur av hesari stóru altjóða fótbóltsupplivingini!