AVSPÆL
19. jul 2024
Rói Clementsen

Atgongumerkir til Malmö FF - KÍ

Nú eru atgongumerkini til KÍ fjepparar á Eleda stadion til sølu.

Vit hava fingið fráboðan frá nógvum fjepparum sum hava áhuga at fara til Malmö at hyggja eftir KÍ spæla Q2 í Champions League.

Dysturin verður spældur á Eleda Stadion, Eric Perssons väg 31, 217 62 Malmö, Sverige. Klokkan 19.00 lokala tíð.

Fyri at keypa atgongumerki skal ein gera ein brúkara á skipanini hjá Malmö FF. Her stendur alt á svenskum, men vónandi klára fólk at skilja hvat stendur.

Keyp atgongumerki HER.