AVSPÆL
18. jul 2024
Regin Sivertsen

Víðari úr fyrsta umfari í Champions League

Tað gjørdist ein tungur dystur, men dystarætlanin helt og KÍ kom trygt víðari ímóti Differdange

KÍ hópurin er byrjað uppá heimferðina úr Luxemburg, eftir at dysturin í gjárkvøldi endaði við 0-0. Eitt frálíkt úrslit og framúr verjuspæl førdi okkum víðari til annað umfar í Champions League. 

Til sjálvan dystin er ikki nógv at skriva um. Tað var eitt gott verjuavrik sum bara samanlagda sigurin heim. Tá ið Differdange kom til líkinda støður, tá stóð Mark sum ein brandur í málinum og fekk vart fyri.

KÍ skal tískil møta svensku meistarunum úr Malmø - har fyrsti dysturin verður í Malmø komandi týsdag.