AVSPÆL
16. jul 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: Differdange - KÍ

Seinni dysturin í fyrsta umfarið í Champions League verður í annaðkvøld har Differdange bíðar.

Ferðalagið úr KÍ kom uppá pláss mánadagin og hevur brynjar seg til at venja á leikvøllinum í løtuni. Útgangsstøði er framúr, tí KÍ vann ein góðan 2-0 sigur á heimavølli. 

Talan var um ein snildan taktiskan sigur í Klaksvík, har KÍ hevði til tíðir trupulleikar av kviku áleyparunum, men tað loyst KÍ í seinna hálvleiki, har liðið legði seg longur aftur á vøllin - men tað gjørdi at KÍ skapti lítið í offensiva partinum av spælinum.

KÍ uppstillingin verður allarhelst øðrvísi í mun til undanfarna dyst. Jóannes Kalsø Danielsen er tøkur eftir leikbann og aðrir leikarar eru við at vera dystarklárir. 

KÍ varpið vísir dystin.