AVSPÆL
13. jul 2024
Rói Clementsen

Atgongumerkir til Déifferdeng 03 - KÍ

Vit hava fingið fleiri fráboðanir frá fjepparum sum ferðast við til Luxembourg har KÍ skal spæla seinna dystin í Q1 UEFA Champions League.

KÍ vann farna mikukvøld 2-0 á FC Déifferdeng 03 úr Luxembourg, og tí eru vónirnar góðar í millum fjepparar at KÍ fer at koma víðari til næsta umfar í UEFA Champions League har svenska stórfelagið Malmø FF bíðar.

Dysturin verður spældur á Stade Municipal. 36 Av. Parc des Sports, 4671 Oberkorn Differdange, Luxembourg. Mikudagin 17 juli kl. 19.00 lokala tíð.

Vit fara at heita tykkum á at boða frá til Róa Clementsen um tit koma til Luxembourg, soleiðis at vit fáa samla øll viðhaldsfólkini. Tað gera tit við tpost á roi@ki.fo ella á tlf. 230202.

Atgongumerki skulu keypast online og har fáa tit møguleika at velja ímillum trý ymisk sløg av atgongumerkjum. Tit skulu velja Main Stand sum víst verður á myndini niðanfyri.

Keyp atgongumerki HER.