

12. jul 2024
Áleypari og verji til Fuglafjarðar
KÍ og ÍF hava gjørt avtalu um leigu av Silas Gaard og Símun Kalsø
Teir eru fjóðri og fimti leikararnir, sum KÍ leigar út í seinni hálvu í ár. Báðir hava vant og verið í dysti á besta mansliðnum síðstu árini. Vit vóna at teir í heyst fáa enn meiri dystarvenjing á hægsta stigi og kunnu menna seg víðari.
Vit í KÍ ynskja Silas, Símun og ÍF bestu eydnu tað sum er eftir av hesum kappingarárinum.