

11. jul 2024
KÍ leigar tríggjar leikarar út
Sum ein liður í menningini fara nakrir ungir KÍ´arar at royna seg í øðrum BetriDeildar-feløgum eftir summarstøðgin
Áleyparin, Jóhan Josephsen, fer út á Toftir til B68. EB-Streymur hevur gjørt avtalu við KÍ, um verjuleikarin, Jákup Norðoy Vilhelmsen og miðvallarin, Óla Eyðsteinsson Poulsen.
KÍ ynskir teimum góðan byr og í spenningin síggja vit fram til at fáa teir aftur í felagið seinni.