AVSPÆL
10. jul 2024

Her sæst dysturin úr norðanlondum

Um tú ert í Danmark, Norra, Svøríki ella Íslandi so sæst dysturin á KÍ Varpinum.

Nú hava fjepparar hjá KÍ, sum búgva í Danmark, Norra, Svøríki og Íslandi, møguleika at síggja dystin KÍ - Déifferdeng 03 beinleiðis á nýggja stroymingarpallinum, KÍ Varpið. Hetta er ein spennandi pallur, ið ger tað møguligt hjá okkum at vísa dystir sum KÍ spælur bæði í Føroyum og úti í heimi.

Tað verður alt eftir hvussu sjónvarpsrættindini eru seld til hvønn einstakan dyst, sum avgerð um hann verður at síggja á KÍ Varpinum ella á aðrari rás. Men vit vænta at fleiri dystir fara at vera vístir á hesum nýggja pallinum sigur Rói Clementsen, nevndarlimur í KÍ.

Um tú ert í Føroyum so sæst dysturin á KVF.

Tú finnur KÍ Varpið á tv.ki.fo

English

Now, fans of KÍ who live in Denmark, Norway, Sweden, and Iceland have the opportunity to watch the match KÍ - Déifferdeng 03 live on the new streaming platform, KÍ Varpið. This exciting platform makes it possible for us to broadcast matches that KÍ plays both in the Faroe Islands and abroad.

The availability of matches on KÍ Varpið depends on the television rights sold for each match, which determines whether it will be shown on KÍ Varpið or another channel. However, we expect that many matches will be broadcast on this new platform, says Rói Clementsen, board member of KÍ.

You can find KÍ Varpið at tv.ki.fo