AVSPÆL
08. jul 2024
Sølvá J. Joensen

Sáttmáli gjørdur við tveir akademispælarar

Talan er um Milo Lynge Biilman og Heina Dai Jørgensen, ið eru tveir evnaríkir leikarar.

Heini Dai Jørgensen hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir í Betri deildini, tá hann 16.juni bleiv skiftur inn í dystinum ímóti EB/Streymi. Hann er 17 ára gamal og flutti norð til Klaksvíkar í fjørð summar at ganga á HTX á Tekniska skúla. Heini ver ungdómsleikari í 07 Vestur, men bleiv skjótt ein 1.deildar leikari her í felagnum. Hann hevur víst stóra menning og er tí vorðin ein partur av Betri hópinum í vár. Heini er ein skjótur og tekniskt sterkur leikari, ið vit gleða okkum til at síggja meira til.  

"Alt hevur gingið sera skjótt fyri seg hjá mær. Eg trívist væl her norði og gleði meg til komandi tíðina." sigur Heini um gongdina síðani hann kom til Klaksvíkar at ganga í skúla. 

Milo Lynge Biilman er leikari, ið er komin til felagið á sumrið 2023 frá okkara samstarvsfelagið úr Nuuk í Grønlandi B.67. Hetta fyrsta árið í felagnum hevur Milo víst seg at vera ein spennandi leikari við potentiali at mennast nógv. Hann er ein tíðandi leikara á okkara U17 liði, ið liggur á fyrsta plássið í teirra bólkið og hevur leikt fleiri dystir í 1.deild síðani hann kom til KÍ. Hann er tekniskt væl fyri og ein sterkur miðvallari, ið er uppvaskin við futsal heima í Grønlandi. Síðani hann kom til Føroyar hevur hann gingið í 10.flokki á Skúlatrøð og búð hjá Elin og Sámal Sørensen. Eftir summarfríðtíðina gongur leiðin á Tekniska skúla og flytur Milo tá inn til Sonju og Petur í Gong. 

"Eg trívist væl og føli at eg mennist nógv sum leikari her. Spælið er skjótari og ørðvísi enn tað eg eri vanur við, men tað er stuttligt og mær dámar væl at vera her." sigur Milo.

”Jeg er meget glad for, at vi nu har kontrakt med de to unge spillere. De er begge utrolig ydmyge, og arbejder hårdt for at blive bedre. De har gennem foråret vist et stort potentiale, og jeg glæder mig til at følge dem i deres udvikling frem mod at blive etablerede Betri-spillere i KÍ” sigur akademistjórin Jonas Nielsen.

”Der er flere utrolig spændende spillere på vej fra Akademiet, og de unge spillere bliver bedre og bedre, så jeg ser frem til at skulle sende flere op i Betri Truppen i de kommende år.”

So framtíðin er blá og tað fegnast vit um í felagnum.