

05. jul 2024
Málveitsla við Djúpumýrar
KÍ vann ein greiðan 4-2 ímóti B36
Eitt framúr KÍ avrik í gjárkvøldið, tá ið KÍ lat ongan iva vera um hvat av liðnum var betri.
KÍ svam við kjansum og kundi við neyðuga hepninum skora fleiri mál, har Páll og Claes høvdu tveir stórar kjansir í part.
KÍ legði væl út, aftaná 4 minuttir gjørdi B36 sjálvmál. KÍ kann tó iðra seg um, at B36 javnaði eftir hornaspark.
Í seinna hálvleiki legði KÍ bragdliga fyri, og svumu í kjansum fyrstu 10 minuttirnar. Tað bragdaði tá ið B36 leikarin, Magnus Egilsson legði ein perfektan bólt til Árna, og slíkar kjansir má Árni ikki fáa frá 60 metrum. 2-1 til KÍ.
KÍ vann at enda 4-2, og kunnu fyrireikingarnar til Champions League veruliga fara í gongd.
Takk fyri stuðulin.